TÍÐINDI
2024
Prinsessa Pamina lærdi børnini ein gandasang, sum tey kundu syngja, um okkurt kendist vandamikið ella óhugnaligt á ferðini. Sangin sungu børnini tá tey gingu gjøgnum eld og vatn, og aftur tá tey hittu risaslanguna inni í Gandaskóginum.
Hesa fittu søguna fingu vit frá einum áskoðara, um ommudóttrina sum hevði sungið Mozart-tónar á spæliplássinum nakrar dagar seinni.
Hava tit eisini onkra fitta søgu frá leikinum, frætta vit fegin :)
"Papageno og Gandadrykkurin"
Mentanarhúsið Varpið, okt. 2024.
OPEN CALL:
YOUNG NORDIC OPERA CHOIR
Aftur í ár ber til at søkja um upptøku til norðurlendska operakórið Young Nordic Opera Choir.
FREISTIN AT SØKJA ER 9. FEB. 2024
“Young Nordic Opera Choir er et centrum for talentfulde unge klassiske sangere. Koret er skabt for at udvikle sangtalenter i de nordiske lande. Ønsket er at skabe en platform for en meningsfuld mentorordning, relationer på tværs af de nordiske lande og netværk mellem unge professionelle sangere indenfor klassisk musik.
Hvert år består koret af 30 nyuddannede og sangere, som i øjeblikket studerer på musikhøjskoler/skoler.
Nu søger vi sangere til 2024-koret.”
- Les meir á: www.youngnordicoperachoir.dk
2023
11. aug. 2023
Í hesum døgum verður sungið hart úti á Tórshavnar Musikskúla, tí operasangararnir Birita Adela og Douglas Yates fyrireika seg til “Bel canto” konsert.
Í komandi viku skipar Opera.fo fyri ”Bel canto”- konsertum. Tann fyrra verður fríggjakvøldið 18.august í Norðurlandahúsinum, og tann seinna sunnudagin 20.aug, í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
“Bel canto” ið á italskum merkir “vakur sangur”, verður nýtt bæði um klassiskan sangteknikk og um eitt ávíst tíðarskeið, tá komponistar sum Donizetti, Bellini, Rossini og Verdi livdu. Og júst hetta verður á skránni, tá tey bæði, Birita og Douglas, saman við dugnaliga klaverleikaranum Akseli Remmel, trýna á pall.
Birita Adela byrjaði sína klassisku sangútbúgving í Nürnberg, í meistaralæru hjá Douglas Yates, og hevur seinnu árini verið verkætlanarleiðari hjá Opera.fo. Umframt ymiskar uppgávur uttanlands hevur hon m.a. sungið leiklutin Náttardrotningin í barnaoperuni “Gandafloytan”, sum var sýnd á Tjóðpallinum í fjør.
Douglas Yates, ið er úr Texas, hevur vunnið stórar sangkappingar kring Europa og USA, og er tríggjar
ferð á rað tilnevndur “Ársins sangari” av Metropolitan Opera National Council. Á føroyska pallinum kenna vit hann frá uppsetingum hjá Opera.fo í leiklutunum Don Giovanni - “Dagbókin hjá Leporello” (2018) og Sarastro - “Gandafloytan” (2022).
Aksel Remmel er útbúgvin á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Hann hevur framført bæði við Aldubáruni og sum solistur til Nýggjárskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri. Eisini er hann partur av føroyska ensemblinum EKA, sum í fjør vann FMA heiðursløn fyri ársins navn í opna bólkinum.
Norðurlandahúsið fríggjakvøldið 18. aug. kl. 19:30
Mentanarhúsið í Fuglafirði sunnudagin 20. aug. kl. 16:00
Atgongumerki á 150 kr. fáast á atgongumerki.fo, nlh.fo og við dyrnar.
HeinesenMyndir 2023
BEL CANTO
Í august 2023 ber til at hoyra “Bel canto”, tá føroyski sopranurin Birita Adela, amerikanski baritonurin Douglas Yates, og klaverleikarin Aksel Remmel framføra ariur og duettir úr kendu italsku operunum La Traviata, Rigoletto og Don Pasquale.
Norðurlandahúsið 18. august 2023
Mentanarhúsið í Fuglafirði 20. august 2023
Atgongumerki fáast á www.nlh.fo og www.atgongumerki.fo
2022
Kirkjukonsertir
Birita Adela Davidsen (sopran), Kamilla Ravnsfjall (floyta) & Ari Hammer Joensen (orgul) framføra verk eftir m.a. Bach, Mozart, Glück and Rachmaninoff.
HOYVÍKAR KIRKJA 16. des. 2022 kl. 17:00
SANDAVÁGS KIRKJA 18. des. 2022 kl. 17:00
GLYVRA KIRKJA 20. des. 2022 kl. 19:30
CHRISTIANSKIRKJAN 21. des. 2022 kl. 20:00
FUGLAFJARÐAR KIRKJA 29. des. 2022 kl. 16:00
GANDAFLOYTAN - FYRI BØRN
“Í barnaútvarpinum í dag eru vit á Tjóðpallinum, tí her hoyra vit Gandafloytuna hjá Mozart - og Gandafloytan á Tjóðpallinum er ein opera til børn
Hetta er ein samstarvsverkætlan millum Opera.fo, Tjóðpall Føroya og Tórshavnar Kvøldskúla. Tað er Birita Adela Davidsen, sum eigur hugskot og handrit, Annfinnur Heinesen er leikstjóri og frásøgufólk og Jóhannes Andreasen er kapelmeistari. Á pallinum eru 14 børn.”
EYKA SÝNINGAR
TÝS 12/4 18:00
MIK 13/4 18:00
SÝNINGAR:
TÝS 5/4 18:00
MIK 6/4 18:00
FRÍ 8/4 18:00
LEY 9/4 16:00
MÁN 11/4 18:00
2020
Soirée Fantastique
novembur 2020
HeinesenMyndir2020
Soirée Fantastique
verður frumframført á
Tjóðpalli Føroya 29. nov. 2020.
Atgongumerki fáast á www.tjodpallur.fo
2018
"Dagbókin hjá Leporello" er ein kamaropera-versjón av væl kendu og væl dámdu operuni hjá Mozart, Don Giovanni. Føroyska versjónin av Don Giovanni er við íblástri úr operaleikinum „Leporellos Tagebücher“ eftir Fabian Dobler.