Hevur tú sæð Carmen?

Nýskrivað Pixi-opera fyri børn við íblástri úr kendu operuni "Carmen" eftir Georges Bizet á Tjóðpalli føroya og í varpinum

Á pallinum eru 16 “Operettur” í aldrinum 9-15 ár, sum spæla sjónleik og ljóðføri, syngja og dansa.

“Carmen" er ein av populerastu operunum, sum nakrantíð er skrivað, og er hon á tremur við kendum tónum, sum Habanera og Toreador - sum nú eru umyrktir til føroyskt.

Henda útgávan er tillagað til ein yngri málbólk.

Leikurin snýr seg um ein sigoynaraleikbólk, sum ferðast runt og sigur søgur um ta kendu Carmen, sum sigst hava stolið loyniligu lakrespípu-uppskriftina frá lakrespípuvirkinum, har tær allar plagdu at arbeiða.

Leikurin er uml. 35 min.

 

SÝNINGAR Í VARPINUM
Leygardag 1/2 kl. 13 og 14:30
Sunnudag 2/2 kl. 16 og 17:30

SÝNINGAR Á TJÓÐPALLI FØROYA
Leygardagin 18/1 kl. 14 og 15:30
Sunnudagin 19/1 kl. 14 og 15:30

Tónleikur: Georges Bizet

Hugskot og handrit: Birita Adela Davidsen

Leikstjórn: Birita Adela Davidsen

Koreograf: Diana J. Hansen

Hjálparfólk: Anny Joensen Thorsen

Búnar: Opera.fo

Tøkningur: Alex Sivertsen / Kristinn Akursmørk / Steingrund

Plakat: Kjartan Magnussen

Myndir: Høgni Heinesen

Prent: Control P

Operettur:

Annika Sigurdardóttir Kristiansen, Alda Akralíð, Bergtóra Glóð Heinesen, Hjørdis Sjóvará Bendtsen, Íðunn Gaard Tróndardóttir, Kristina Holm Johannessen, Rannvá Píl Heinesen, Ria Egilstoft.

Operettukórið í Havn

Edit Lamhauge Filipsdóttir, Eyð Lý Helgadóttir Justinussen, Hildur Hermansdóttir, Leandra Wolles Johannessen, Røskva Brandsdóttir, Sára Jákupsdóttir, Una Elisabet Greve, Vigdís Vár Tummasdóttir Rubeksen.

Operettukórið í Klaksvík

Elisa í Jákupsstovu, Emma Sjóstein, Eva Lind Sørensen, Eva Schmidt, Hanna Áarskarð, Jemima Hvannastein, Joan Næs, Jonna Steinberg Joensen.

Solistar:

Sangur: Rannvá Píl Heinesen, Hjørdis Sjóvará Bendtsen

og Íðunn Gaard Tróndardóttir

Kornet: Annika Sigurdardóttir Kristiansen

Floyta: Ria Egilstoft

Viola: Kristina Holm Johannessen

Málningalist: Alda Akralíð

Verkætlanarleiðsla Birita Adela Davidsen


Stuðlar:

Almanna- og mentamálaráðið

Mentanargrunnur Landsins

MáF

Tórshavnar Kommuna

Klaksvíkar Kommuna

Tjóðpallur Føroya

Thomas Dam á Hálsi

Kjølbro Heilsøla

Landshandilin


Stóra tøkk:

Tjóðpallur Føroya

Mentanarhúsið Varpið

Skúlin við Løgmannabreyt

Sjónleikarhúsið

Miklagarður

Balslev

Formula

Nema

FK í Klaksvík

Borg í Klaksvík

Birna Heinesen

Edith Dahl Jakobsen

Malan Heinadóttir Hansen 

Elsa Maria Lorenzen

Beinta Persdóttir Jacobsen

Atli Ellendersen

Ken Jones

Elsa Maria Dam Kongslíð

Ólavur Jakobsen

Døgg Nónsgjógv

Turið Joensen

Áki Davidsen

Maria Heen

Katrin Reistrup

Eyð Grønadal

 

 
 
 

UMMÆLI, 3. feb. 2025

“Í kalda myrkrinum lat ein annar heimur seg upp fyri okkum, tá genturnar og eg leitaðu okkum innar í Varpið í gjárkvøldið. Og meðan vindurin leikaði í uttanfyri, sótu vit rúnarbundnar undir hvørjum orði, hvørjari rørslu og hvørjum tóna, tá so inniligar og sjarmerandi operettur gjørdu pallin livandi við sjónleiki og ljóðførum, sangi og dansi. Og hóast ungar, so havi eg sjáldan upplivað ein so hugtakandi stemning sum hesa løtuna í Varpinum.

At kveikja áhugan hjá børnum og ungum fyri opera er helst ikki ein løtt uppgáva. Men Birita Adela Davidsen, sum eigur handritið og hevur leikstjórnað, hevur uppiborið allar heimsins stjørnur fyri at gera leikin livandi og inniligan. Og á tann hátt eisini viðkomandi fyri børnum og ungum. Hetta var ein stuttlig, ein rørandi og ein hugvekjandi løta saman við gentunum.

Á trappuni í myrka foyerinum gloymdu vit alt um veður og vind og lótu okkum ístaðin sveima avstað við tónum frá m.ø. Toreador og Habanera úr kendu operuni "Carmen" eftir franska Georges Bizet. Hesar ungu operetturnar lótu upp ein vakran heim, sum eg havi hug at vitjað aftur og aftur. Ja, fleiri ferðir, vónandi!

Takk fyri løtuna!”

- Ragnhild Ellingsgaard