Birita Adela Davidsen

 
Birita Adela Davidsen

Birita Adela Davidsen hevur drúgvar royndir á palli, bæði innan sjónleik og sang. Hon hevur havt stórar leiklutir í sangleikum, og hevur havt fleiri konsertframførslur, í Føroyum og uttanlands. Seinnu árini hevur hon verið í meistaralæru hjá Douglasi Yates á sangskúlanum Vocal Arts í Nürnberg, og eisini hevur hon verið eitt semestur í Firenze, har hon hevur lisið italskt mál og opera. Birita Adela Davidsen er listarligur leiðari í Opera.fo.