Soirée Fantastique
Soirée Fantastique – ein klassisk teaturkonsert í samstarvi við Tjóðpall Føroya
Einføld og stílfull framførsla við útvaldum brellbitum úr operaheiminum, har ariur og duettir, klavertónleikur og tekstur verða flættað saman.
Mozart, Verdi, Puccini, Chopin, Bernstein, Bizet, Debussy, Schubert.
Teaturkonsert
Ein teaturkonsert er ein samanrenning av tónleiki og sjónleiki sum ikki hevur eina hendingagongd í beinari tíðarrøð, men har framførslan av leikmyndum úr ymiskum verkum verður avbrotin, og um somu tíð samanbundin, við ymiskum teksti og tónleiki.
Leikstjóri og frásøgufólk: Annfinnur Heinesen
Kapellmeistari: Jóhannes Andreasen
Leikarar: Birita Adela Davidsen | Birita Poulsen | Ernst Sondum Dalsgarð | Herfinnur Árnafjall
Manskór: Andrias Petersen | Bartal Nolsøe Poulsen | Hans Debes | Hans Pauli Tórgarð | John Jacobsen | Sámal Matras | Súni Danielsen
Ljósdesign: Turpin Napoleon Djurhuus
Búnar/rekvisittir: Katrin Bonde
Filmslist: Jónfinn Stenberg
Pallur: Birgir Djurhuus | Brestir Bjarnastein Restorff | Símun Pauli Hansen