Dagbókin hjá Leporello
"Dagbókin hjá Leporello" er ein kamaropera-versjón av væl kendu og væl dámdu operuni hjá Mozart, Don Giovanni. Føroyska versjónin av Don Giovanni er við íblástri úr operaleikinum „Leporellos Tagebücher“ eftir Fabian Dobler. Hetta er ein opera buffa, ein komisk opera, sum kortini hevur ein ávísan álvara. Ein opera um stórar kenslur, ja. Men eisini ein opera, um opera. Høvuðspersónurin, sum allur leikurin snýr seg um, er framvegis tann samvitskuleysi konufólkarevurin Don Giovanni (Don Juan). Men í okkara modernaðu nýtulking er søgan lýst úr sjónarhorninum hjá tænaranum, Leporello. Okkara uppseting eitur tískil “Dagbókin hjá Leporello”.
Leikstjóri: Annfinnur Heinesen
Kapellmeistari og rithøvundur: Fabian Dobler
Føroysk týðing: Kári Davidsen
Tónleikalig tillaging: Hans Pauli Tórgarð
Solistar: Herfinnur Árnafjall | Ernst Sondum Dalsgarð | Birita Adela Davidsen |
Douglas Yates | Birita Poulsen | Paula Danielsen
Tónleikarar: Anna Klett | Andreas Tykjær Restorff | Andrass Olsen |
Agnar Lamhauge | Jón Festirstein
Manskór: Sámal Matras | John Jacobsen | Andrias Petersen |
Súni Danielsen | Hans Pauli Tórgarð
Ráðgevi og repititør: Jóhannes Andreassen